www.ruthsmithsavn.com

 

 

 

 

Ruth Smith Savnið

í Vági

 

        
         
 

Vælkomin til heimasíðuna hjá Ruth Smith Savninum  »

 

 

 

Upplatingartíðir »

Ruth Smith Savnið hevur ikki fastar upplatingartíðir. Um tú ynskir at vitja savnið, set teg so vinarliga í samband við ein av nevndarlimunum, t.d. Ásgerð Stenberg á telefon 221215 ella 373455, Sólrun Mohr á telefon 597368 ella Sævar Halldórsson á telefon 373500 ella 213500, Sævar er at hitta gerandisdagar í radiohandli sínum, sum er beint við Ruth Smith Savnið. Ruth Smith Savnið er í Gamla Skúla (gulur og brúnur bygningur) á Vágsvegi 101, beint við handlarnar vesturi á Gørðunum.

 

Mynd av Gamla Skúla. Ruth Smith savnið er í miðhæddini.

 

 

 

Bók um Ruth Smith

 

Bók um Ruth Smith

eftir Dagmar Warming

 

Mynd av Ruth Smith

 

 

Bók um Ruth Smith, listakvinnu, kom út í januar 2007. Tað er Dagmar Warming, listafrøðingur, sum hevur skrivað bókina. Bókin bleiv løgd fram alment hin 26. januar 2007, sama dag sum stór listaframsýning var í Listaskálanum við meira enn 100 oljumálningum, nógvum tekningum og nøkrum akvarellum eftir Ruth Smith. Dagmar Warming var við til at fyrireika stóru listaframsýningina um Ruth Smith. Dagmar segði við Útvarpið, at Ruth Smith var rættiliga egin í føroyskum listahøpi.

Á heimasiðu teirra skrivaði Útvarp Føroya m.a. soleiðis um Ruth Smith hin 26. januar 2007:

 

"Ruth Smith var ættað úr Vági. Nógv verk, ofta naturalistisk realistisk, málaði hon á Nesi í Vági í 50-unum, til hon doyði í 1958, bert 45 ára gomul. Málningar eru eisini frá tíðini, tá hon búði í Lemvig og í Keypmannahavn, har hon fekk útbúgving á danska listaháskúlanum."

 

Bókin fæst til keyps í Ruth Smith Savninum og í bókahandlum kring landið.

 

 

 

 

Ymiskt »

 

 

Myndasavn

Gallarí við myndum av málningum og tekningum eftir Ruth Smith, sum allir eru at finna í Ruth Smith Savninum í Vági. Trýst her.

 

 

Málningarnir settir í stand 2008

Eftir at Ruth Smith málningarnir, sum hoyra til Ruth Smith Savnið í Vági, høvdu verið partur av serframsýning á Ribe Kunstmuseum, blivu teir restaureraðir hjá Dorthe Aggerholm, konservator. Listasavn Føroya brúkar eisini sama konservator til teirra listarverk.

 

 

 

Listasavn Føroya hevði Ruth Smith serframsýning í 2007 »

26. januar - 9. april 2007 var Ruth Smith savnið úr Vági útlánt til Listasavn Føroya í Havn, tá tey høvdu serframsýning við verkum hennara. Les meira um serframsýningina á art.fo.

 

 

Sjálvsmynd á savninum »

Myndin ovast til høgru er sjálvsmynd av Ruth Smith, sum hon málaði í 1941. Oljumálningurin hongur í Ruth Smith Savninum í Vági. Í 2008 var hesin málningur lántur út til listasavnið Leopold Museum í Eysturríki. Les meira á art.fo

 

Listaverkini heimaftur komin »

Málningar og tekningar hjá Ruth Smith sum vanliga hanga í Ruth Smith Savninum í Vági hava verið útlántir til Listasavnið í Ribe (Ribe Kunstmuseum) til eina serframsýning 18. januar til 30. mars 2008. Tey høvdu eisini lánt Ruth Smith verk frá Listasavni Føroya og frá privatum, í alt umleið 60 málningar og tekningar. Málningarnir eru nú komnir heim aftur. Ruth Smith Savnið letur upp aftur 31. mars. Les meira um framsýningina hjá Ribe Kunstmuseums á heimasíðu teirra. (Niðast á síðuni)

 

© 2011 • Ruth Smith Savnið • Vágsvegur 101 • FO-900 Vágur • Faroe Islands • ruthsmithsavn@ruthsmithsavn.com

 Tel. 221215 (Ásgerð) • 213500 (Sævar) • 282874 (Jákup) • 597368 (Sólrun) • 573044 (Maud)